Eingin avtala. Átta skip fingið flutningsloyvi.

Eingin avtala. Átta skip fingið flutningsloyvi.
Átta skip hava fingið loyvi at flyta makrel av fiskileið til lands..
Á midnátt sluppu øll, sum hava fingið loyvi frá Vørn, at fiska makrel. Og átta skip hava fingið loyvi at flyta makrel, sum onnur fisk, til lands í Føroyum
 
21.07.2014 - 07:03

Átta skip hava fingið loyvi frá Vørn at flyta makrel.

Men tað er ikki eydnast manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum at gera avtalu fyri manningarnar á skipunum, sum sum fara at virka sum flutningsskip, taka makrel frá skipunum, sum fiska, og flyta hann til lands.

Reiðarafelagið gav fyrrapartin fríggjadagin mannningarfeløgunum eitt uppskot um avtalu fyri flutningsskipini.   

Manningarfeløgini viðgjørdu uppskotið og svaraðu Reiðarafelagnum fríggjakvøldið við einum mótuppskoti.

Og Reiðarafelagið hevur longu svarað manningarfeløgunum, segði Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, við Útvarpið í gjár.

Tvey sløg

Talan er um tvey sløg av flutningsskipum. Nøkur hava fiskiloyvi, og tey kunnu tí bæði fiska og taka makrel frá øðrum. Onnur hava ikki fiskiloyvi og hava tí bara loyvi til at flyta fisk.

Sum skilst eru tað serliga skipini, sum eru flutningsskip burturav, manningarfeløgini og Reiðarafelagið ikki eru vorðin samd um.

Higartil hevur Vørn givið átta skipum flutningsloyvi. Skipini hjá Varðanum, sum hava fingið flutningsloyvi, hava fiskiloyvi, og tað hevur Atlantsfarið úr Miðvági eisini. 

Men hini trý skipini, sum hava fingið flutningsloyvi, hava ikki fiskiloyvi. Tey eru Grunnabarð, Saksaberg og Høgiklettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891