Avtala um Asbjørn Senior

Avtala um Asbjørn Senior
Alex Vilhelm, reiðari á Asbjørn Senior, væntar at avtala verður undirskrivað í dag, so allar blokadur móti skipinum kunnu setast úr gildi
 
28.07.2014 - 12:47

Í dag klokkan 14 verður eftir øllum at døma ein avtala undirskrivað, so blokadan og mynstringarbannið móti móttøkuskipinum Asbjørn Senior kunnu setast úr gildi.

Alex Vilhelm, reiðari á Asbjørn Senior upplýsir fyri kringvarpinum, at hann klokkan 14 fer á fund við umboð fyri Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, og at hann væntar, at hann fer at undirskriva eina avtalu, sum minnir um hana manningarfeløgini hava undirskrivað við hini feløgini í uppsjóvarvinnuni.

Feløgini hava annars lýst mynstringarbann og eina blokadu móti skipinum, so eingin av limunum skuldi virka fyri, at skipið fekk fisk á feltinum ella landaði í føroyskari havn. Asbjørn Senior hevur tikið móti fiski frá Phoenix og Kúrbergi, og var í gjár á Kollafirði, har fiskurin varð landaður hóast allar tær lýstu blokadurnar.

Skipið er nú komið á feltið aftur, og tekur ímóti uppsjóvarfiski frá nøkrum trolarum har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726