Nýggi háskúlastjórin gestur í vangamyndini

Nýggi háskúlastjórin gestur í vangamyndini
Annfinnur Heinesen skal loysa Róa Patursson av í stjórastólinum á Føroya fólkaháskúla. Í kvøld er nýggi háskúlastjórin gestur í sjónvarpinum
Annfinnur Heinesen, nýggjur stjóri á Føroya fólkaháskúla, verður gestur í vangamyndini í sjónvarpinum í kvøld
 
01.08.2014 - 14:51

Mamma hansara var jarðamóðir og pápin er økonomur. Tað lá sostatt ikki í kortunum, at Annfinnur Heinesen skuldi gerast stjóri á Føroya fólkaháskúla, men tað verður hann nú.

Sjónleikarin Annfinnur Heinesen er settur sum nýggjur stjóri á háskúlanum, og verður hann tann sætti háskúlastjórin í røðini. Undanfarni stjórin, Rói Patursson, var stjóri á Føroya fólkaháskúla í 26 ár.

Í kvøld eftir Dag & viku verður nýggi stjórin á Føroya fólkaháskúla, Annfinnur Heinesen, gestur hjá Liljuni Weihe í vangamyndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV