ES-boykottið ikki strikað í hesari vikuni

ES-boykottið ikki strikað í hesari vikuni
Tað nýggjasta er, at ES-nevndin avgreiðir málið næsta mánadag
ES hevur ikki strikað handilsforðingarnar móti Føroyum enn
 
11.08.2014 - 11:54

Tað verður ikki í hesari vikuni, at ES strikar boykottið móti makreli og norðhavssild úr Føroyum.

Men møguliga í næstu viku.

Tað seinasta, sum føroyska sendistovan í Brússel hevur frætt um ES-nevndina er, at nevndin avgreiðir málið 18.august, tað er um eina viku.

Skal staðfestast

Seint seinnapartin 31.juli samtykti ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka undir við uppskotinum hjá ES-nevndini um at strika handilsforðingarnar móti makreli og norðhavssild úr Føroyum. 

Avgerðin er tó ikki endalig enn. Hon skal eisini formliga góðkennast í ES-nevndini. 

Tað kann gerast við skrivligum samskifti millum ES-nevndarlimirnar. 

Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES-kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag. 

Nú handilsforðingarnar hjá ES verða strikaðar, sleppa Føroyar báðum gerðarrættarmálunum móti Evropasamveldinum.
   

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Mánadag 12. mai
Góðan morgun Føroyar
191749
Sunnudag 11. mai
Bolero
191709
Sunnudag 11. mai
Guðstænasta í Haldórsvíkar kirkju
191708
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687