- Tíðindi, mentan og ítróttur
Munur skal vera á bólkunum
Dánial í Geil er útróðrarmaður í bólki 5B. Sonni Kallsoy er útróðrarmaður í bólki 5A. Báðir búgva á Eiði, og hvørgin av teimum er fegin um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú kann flyta fiskidagar millum bólk 5A og 5B.
Fríggjadagin lýsti Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina kunngerð, sum gevur honum heimild til at flyta fiskidagar millum bólk 5A og 5B. Tað halda hesir báðir lítið um.
- Eg haldi, at mann skuldi gjørt okkurt annað við bólk 5. At liggja og flyta dagar og alt hetta, tað er ikki rætt haldi eg. Vit, sum eru pensjonistar, onkur frítíðar- og okkurt sóvritt, vit taka allar dagarnar frá teimum, sum koma og skulu gera sær vinnubreyð úr hesum.
So sigur Dánial í Geil. Sonni Kallsoy rør út fulla tíð. Og hann er samdur.
- Sjálvandi skulu allir fiska, allir sum hava hug at fiska. Men at fara at flyta t.d. kanska 250 dagar frá A til B, og vit so kanska fáa einar 4 dagar afturat, tað haldi eg einki um.
Ein bólkur og annar
Bólkur 5 í Sjófeingislógini fevnir um bátar undir 15 tons á veiðu við húki. Bólkur 5 A fevnir um útróðrarbátar, sum eru fult riknir, og sum hava avreitt fyri minst 200 túsund krónur í einum ári. Næsta ár er møguligt, at fleiri bátar í bólki 5 B kunnu flyta yvir í bólk 5 A. Sonni Kallsoy ávarar um, at tað kann skapa trupulleikar.
- Teir allarflestu, sum hava fingist eitt sindur við útróður í fjør og fyrraárið, teir hava fiskað langt omanfyri tað. Tað eru menn, sum eiga bátar og royna at hanga í, tá teir eru heima, og tað hevur verið væl at fáa og góður prísur, og teir eru komnir langt upp um ta upphæddina. So teir koma nokk øgiliga nógvir upp í A-bólkin næsta ár.
Dánial í Geil, sum sjálvur er í bólki 5B, heldur ikki, at hansara bólkur skal gera seg inn á bólk 5A.
- Hví kann mann ikki bara gera tað, at mann, sum vit - pensjónistar og frítíðarfiskarar - hava ein bólk fyri okkum sjálvar? Tí vit taka dagarnar frá teimum, sum skulu liva av tí. Tað er ikki rætt.
Sí innslag úr Degi og viku.



























