Jørn A í Føroyum, men bara einans sending

Jørn A í Føroyum, men bara einans sending
Tilbúgvingarbólkur á varðhaldi í Føroyum, nu bakteria í rullupylsu tekur lívið av fólki í Danmark
Listeria er funnin í rullupylsu frá Jørn A
 
13.08.2014 - 07:39

Tað Heilsufrøðiliga starvsstovan veit, er bara ein sending av vørum frá Jørn A. Rullepølser komin til Føroya, og hon er fyribeind.

Í Danmark eru 20 fólk vorðin illa sjúk av rullupylsu frá Jørn A. Rullepølser. Nøkur teirra eru deyð.

Listeria bakteria í rullupylsuni er orsøkin til, at fólk gerast sjúk av rullupylsuni.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar, um vørur frá Jørn A. Rullepølser eru komnar til Føroya.   

Higartil veit Heilsufrøðiliga starvsstovan bara um eina einstaka sending, sum er komin til Føroya, og innflytarin hevur longu beint fyri vøruni. 

Hevur onkur vøru frá Jørn A. Rullepølser, eigur hon at verða burturbeind ella latast handlinum, har hon er keypt, aftur.

Danskir myndugleikar kanna framvegis málið. Og Tilbúgvingarbólkurin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni fylgir við í tí, sum hendir í Danmark, og setur neyðug tiltøk í verk í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858