Elin tekur við eftir Jógvan

Elin tekur við eftir Jógvan
Pedagogfelagið hevur fingið nýggja næstforkvinnu, Elina N.W. Tausen. Fleiri broytingar í nevndini síðandi í vár. Bara ein tiltakslimur eftir
Pedagogfelagið hevur havt manga orrustuna við arbeiðsgevararnar undanfarin ár. Her eru pedagogar í verkfalli uttan fyri Fíggjarmálaráðið. Næstformaðurin helt tó, at kós felagsins í forskúlamálinum var skeiv og fór tí úr nevndini í ótíð
 
21.08.2014 - 07:24

Nevndin í Pedagogfelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir at næstformaðurin, Jógvan Philbrow, fyrr í summar fór úr nevndini.
Nú er Elin N. W. Tausen næstforkvinna í Pedagogfelagnum.     

Jógvan Philbrow var so misnødgur við kósina og handfaringina hjá Pedagogfelagnum í málinum um forskúlar, at hann fór nevndini. 

Felagnum tørvar eina nýggja kós, sum byggir á faklig sjónarmið og fakligar grundgevingar um forskúlarnar, helduri Jógvan Philbrow.

Jógvan Philbrow heldur tað vera harmiligt, at hansara fakligu sjónarmið eru vorðin stríðsvápn í lønarsamráðingum og øðrum samráðingum millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar. 

Fleiri farin

Jógvan Philbrow var í nevndini í Pedagogfelagnum í hálvt tíggjunda ár, hálvt fimta ár var hann næstformaður. 

Hetta er triðja broytingin í nevndini í Pedagogfelagnum í ár. 

Á aðalfundinum í apríl varð Irdi Lið Gaardlykke vald sum hjálparfólkaumboð, eftir at Jannie Sofía í Skálum fór úr nevndini, hóast hon átti eitt ár eftir har. Hon fór at lesa til námsfrøðing.

Wenzel Olsen, sum eisini átti eitt ár eftir av sínum nevndarskeiði, fekk farloyvi frá nevndararbeiðinum. Fyri hann kom Bjarni Beder í nevndina.

Og so er Marjun Petersen komin í nevndina hjá Pedagogfelagnum fyri Jógvan Philbrow. 

Nú er bara ein tiltakslimur eftir, hóast tríggir vórðu valdir í apríl.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425