Soppur: Vánalig inniluft gevur einki endurgjald

Soppur: Vánalig inniluft gevur einki endurgjald
Nýggj kunngerð kemur í gildi mánadagin
 
29.08.2014 - 08:08

Fólk, sum keypa ella selja hús, sum eru fongd við blámusoppi, kunnu ikki tryggja seg móti eitt nú ringari inniluft.

Mánadagin koma í gildi tvær kunngerðir um ognarskiftistrygging. 

Sambært lóg frá 2011 kunnu tey, sum selja hús, fáa gjørda eina frágreiðing um, hvørjum standi, húsini eru í. Við hesari støðufrágreiðingini ber til at keypa trygging, sum tekur við, um okkurt kemur undan kavi, sum ikki sást, tá húsini vórðu seld.

Fevnir bert um fysiskar skaðar

Mánadagin 1.september koma í gildi "Kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftis-tryggingar" og "Kunngerð um húsa-skoðanarskipan." Vinnumálaráðið ger vart við, at kunngerðin fevnir bara um fysiskar skaðar, sum standast av soppavøkstri.

Aðrar avleiðingar av soppavøkstri, so sum vánalig inniluft, geva ikki endurgjald.

Orsøkin er, sigur Vinnumálaráðið, at kanningarhættirnir eru so mikið óvissir, at úrslitini lættliga kunnu vera skeiv. Harafturat kann soppavøkstur broytast. Tað veldst um, hvussu húsini verða brúkt. Millum annað matgerð og reingerð kunnu ávirka soppavøkstur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439