Aftur staðfest:Menn hava lítlan hug at granska

Aftur staðfest:Menn hava lítlan hug at granska
28 umsóknir komu til fyrstu útluting úr Sjúkrakassagrunninum, 20 eru frá kvinnum.
Sjúkrakassagrunnurin fekk 28 milliónir krónur, tá sjúkrakassarnir góvust. Pengarnir skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum
 
02.09.2014 - 07:21

Nógv fleiri kvinnur enn menn í Føroyum hava hug at granska.

Tað varð staðfest eina ferð enn, tá freistin at søkja um pengar úr Sjúkrakassagrunninum var úti á middegi í gjár.

28 umsóknir komu, 20 frá kvinnum og átta frá monnum.

Fyrsti stuðul

Hetta er fyrstu ferð, Sjúkrakassagrunnurin letur stuðul til gransking.   

Stuðul kann latast til gransking á fimm økjum, og umsóknir komu til øll økini. 

Grunnurin letur í mesta lagi hálva aðru millión krónur til hvørt øki í hesum umfarinum.

Kannaðar gjølla

Granskingarráðið upplýsir, at nú verða umsóknirnar kannaðar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar.

Síðani skulu útlendskir serfrøðingar meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. 

Ein faknevnd er sett at viðgera og meta um umsóknir til Sjúkrakassagrunnin. 

Faknevndin ger tilmæli til Granskingarnevndina, sum tekur endaliga støðu í desember.

Tann 19.desember, sum er stovningardagur hjá fyrsta sjúkrakassanum í Føroyum, verður almannakunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa stuðul.

Sjúkrakassapengar

Pengarnir í Sjúkrakassagrunninum eru fæið hjá sjúkrakassunum, sum góvust í 2010, tá Heilsutrygd kom.

Pengarnir, 28 mió. kr., skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360