Búskaparráðið: Fiskivinnunýskipan er neyðug

bannari
Búskaparráðið: Fiskivinnunýskipan er neyðug
Búskaparráðið sigur, at framgongd er í búskapinum, men stórar demografiskar broytingar vera næstu árini
Sverri Hansen er formaður í Búskaparráðnum
 
10.09.2014 - 08:58

Tørvurin at hyggja longri fram í búskaparpolitikkinum er vaksandi, hóast vøkstur er í fleiri pørtum av búskapinum seinasta hálva árið.

Tað sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing sínari, sum verður kunngjørd í dag.

Seinasta fólkatals-framskrivingin hjá Hagstovuni bendir á stórar broytingar í fólkasamansetingini og í arbeiðsfjøldini. Slíkar broytingar fara at seta stórar avbjóðingar til fíggjarstýringina hjá tí almenna. Eisini í fiskivinnupolitikkinum er neyðugt at hyggja longri fram fyri at fáa mest møguligu tilfeingisrentu. 

Stórar demografiskar, fólkafrøðiligar, broytingar vera næstu árini. Tær fara at gera tað tyngri og tyngri hjá tí almenna at minka roknskaparhallið. Broytingarnar fara at henda líðandi. Tær fara at hava líðandi, men stórar fíggjarligar avleiðingar, sigur Búskaparráðið. 

Neyðugt at taka atlit

Í fíggjar- og búskaparpolitikkinum verður tí neyðugt at taka størri atlit at gongdini sum frá líður, ikki bara atlit at gongdini eitt til trý ár fram. Í einum uppriti um búskaparrentu og tilfeingisrentu eru útrokningar gjørdar um stødd og gongd í tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni. 

Úrslitið bendir á, at roknaða tilfeingisrentan er ov lág, og at ein fiskivinnunýskipan tí er neyðug. Støðutakan til handfaringina av tilfeingisrentuni er neyðug nú, sigur Búskaparráðið. Politikarar eru samdir um, at landið skal fáa okkurt fyri fiskin sum framleiðslutilfar í vinnuni.

Eftir er so at taka støðu til, hvussu pengarnir skulu krevjast, og hvørji onnur atlit skulu takast við møguligari uppboðssølu, sigur Búskaparráðið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638