Bara trý fjós lúka krøv um djóravælferð

Bara trý fjós lúka krøv um djóravælferð
Sambært Búnaðarstovuni eru stívliga 60 prosent av fjósunum í Føroyum eldri enn 30 ár, og bara sjey eru yngri enn tíggju ár
 
11.09.2014 - 15:06

Nógv fjós í Føroyum eru gomul og niðurslitin.

Sambært Búnaðarstovuni eru bara trý fjós, sum lúka framtíðarkrøvini um djóravælferð. Ikki er óhugsandi, at um stutta tíð vera nógv færri fjós, og tey flestu, ella øll, vera robottfjós. Sambært Búnaðarstovuni eru stívliga 60 prosent av fjósunum í Føroyum eldri enn 30 ár, og bara sjey eru yngri enn tíggju ár. 

Grannskoðanarvirkið NUMO hevur aftur greinað almennu roknskapirnar fyri árini 2009 til 2013 hjá bóndum, sum lata Mjólkarvirki Búnaðarmanna mjólk. Niðurstøðan er, at í miðal eru ársúrslitini positiv øll árini uttan í 2009. Men inntøkurnar eru lítlar, og lítið er at taka av hjá nógvum bóndum. 

Hava ikki ráð til rímiliga løn

Ein onnur niðurstøða er, at flestu fjósini eru ikki før fyri at lata eina rímiliga løn. Og ábendingar eru um, at 2014 fer at roynast verri enn 2013, sigur NUMO.

Inntøkurnar vuksu nakað í fjør, tí bøndur fingu stuðul at hoyggja fyri. Teir fingu tvey gjøld í fjør, men fáa bara eitt í ár og trý tey næsta árini. Stuðulin endar í 2017. Útlit eru ikki fyri, at fóður og handilstøð gerast dýrari í næstu framtíð. 

Í 2009 vóru 31 bøndur við í kanningini, men bara 26 í fjør, tí nakrir eru givnir. NUMO væntar, at fleiri fara at gevast so við ov við, tí úrslitini eru so vánalig. 

Flestu bóndur hava smápartafelag, men nakrir hava íognarfelag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522