Bygnaður í Mentamálaráðnum ørkymlar skúlafólk

Bygnaður í Mentamálaráðnum ørkymlar skúlafólk
Rigmor Dam, løgtingskvinna, sigur, at fólk kenna seg slept upp á fjall, tí fyrispurningar verða ikki avgreiddir
Rigmor Dam, løgtingskvinna, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýriskvinnu, um viðurskiftini í Mentamálaráðnum
 
13.09.2014 - 10:24

Nýggi bygnaðurin í Mentamálaráðnum ørkymlar skúlafólk og onnur, tí ógreitt er, hvønn tey skulu venda sær til, og hvør hevur ábyrgdina av, at fyrispurningar verða avgreiddir.

Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um málið.

Í 2012 varð nýggjur bygnaður skipaður í Mentamálaráðnum, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Farið varð frá serfrøðingavitan og greiðum ábyrgdarbýti til ein bygnað, har øll starvsfólk kunnu viðgera øll mál, er tørvur á tí, sigur Rigmor Dam.

Hon vísir á, at hóast vit hava 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum vísa beinleiðis til Mentamálaráðið, er Fólkaskúladeildin niðurløgd. Har starvaðust 6-7 fólk, men nú er einki fast starvsfólk ella deild at taka sær einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum. 

At eingin hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum, ger, at fólk kenna seg slept upp á fjall, tí fyrispurningar verða ikki avgreiddir, og fólk verða send frá Peri til Pól, sigur Rigmor Dam í viðmerkingunum til fyrispurningin til Bjørn Kalsø. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595