Kostráðgevar partur av kommunulæknaviðtalum

Kostráðgevar partur av kommunulæknaviðtalum
Heilsutrygd fer at seta kostráðgevar, sum skulu vegleiða fólki við diabetes og øðrum varandi sjúkum
 
17.09.2014 - 10:45

Ætlanin er at seta 4-5 kostráðgevar í starv hjá Heilsutrygd, sum koma at virka í kommunulæknaviðtalunum kring alt landið.

Kostráðgeving í nærumhvørvinum er liður í heildarætlanini fyridiabetes, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í fjør.

Týðandi partur av viðgerðini fyri diabetes 2 er holl ráðgeving um kost frá dietisti. Eisini vísa kanningar, at góð kostráðgeving kann vera við at fyribyrgja at fólk, sum eru í vanda fyri at fáa sjúkuna, fáa diabetes.

Tilboð til fleiri sjúklingabólkar

Nýggja tilboðið um kostráðgeving er eisini ætlað fólki við KOL, hjarta- og æðrasjúkum, krabbameini og onnur.

Ráðgevingin um kost á teimum trimum sjúkrahúsunum verður varðveitt, meðan tænastan úti um landið verður styrkt, skrivar Heilsumálaráðið í tiðindaskrivi í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847