Uppskot um ókeypis endurvenjing á veg

Uppskot um ókeypis endurvenjing á veg
Ert tú ein av teimum, ið hevur tørv á endurvenjing, so kanst tú gleðast
Ein treyt fyri at fáa rættin til endurvenjing er, at eitt heilsustarvsfólk skal hava staðfest ein tørv, stendur í uppskotinum
 
17.09.2014 - 15:47

Heilsumálaráðið hevur sent uppskotið um endurvenjing til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er at geva borgarum, sum orsakað av sjúku ella skaða hava mist førleikan, lógarfestan rætt til viðkomandi endurvenjing fyri at endurvinna førleikan.

Ein treyt fyri at fáa rættin til endurvenjing er, at eitt heilsustarvsfólk skal hava staðfest ein tørv. Og rætturin til endurvenjing er galdandi, inntil staðfestast kann, at útlit ikki longur eru fyri, at førleikarnir kunnu batna við framhaldandi endurvenjing.

Kommunurnar fáa rokning

Men meðan sjúklingar kunnu fegnast, stúra kommunurnar. Tær skulu, saman við sjúkrahúsunum, rinda rokningina.

Í fyrstu atløgu skulu sjúkrahúsini veita ókeypis endurvenjingina til tey, ið fáa viðgerð á sjúkrahúsinum.

Síðan skal kommunan taka um endan, tá sjúklingarnir eru útskrivaðir frá sjúkrahúsinum, stendur í uppskotinum.

Einki yvirlit yvir støðuna

Í viðmerkingunum til uppskotið, sum avvarandi partar hava fingið til hoyringar, stendur einki ítøkiligt um, hvussu nógv tað fer at kosta ávíkavist kommunum og sjúkrahúsum at veita lógarásettu tænastuna, tí einki yvirlit er yvir, hvussu nógv fólk í dag fáa tilboðið um endurvenjing, - og ikki minst, hvussu nógv IKKI fáa endurvenjing, sum tey nú væntandi fáa rætt til.

Men meting, sum byggir á tøl frá Danmarks Statistik yvir útreiðslur í Dnamark til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing vísir, at um donsku tølini verða umroknað til føroysk viðurskifti, eigur bruttokostnaðurin at verða 10 - 15 milliónir krónurum árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400