Handverkarar úr ES á byggiplássum í Føroyum

Handverkarar úr ES á byggiplássum í Føroyum
Byggifeløg hava fingið undangóðkenning úr Danmark. Vinnan kundi hugsað sær, at bilverkstøð eisini fáa møguleikan
Vinnuhúsið kundi hugsað sær at millum annað eisini bilverkstøð sluppu at fara til ES eftir handverkarum.
 
23.09.2014 - 10:48

12 byggifeløg hava søkt um loyvi til at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða.

12 fyritøkur hava biðið Vinnuhúsið um prógv fyri, at tær eru limur í arbeiðsgevarafelag, tí tær skuldu biðja Útlendingastýrið í Danmark um undangóðkenning at fáa handverkarar úr ES til Føroya.

12 fyritøkur eru okkurt um tíggju prosent av limunum í handsverksmeistarafeløgunum.

Lógin broytt 1.juli

Síðani 1.juli er loyvt at fáa handverkarar úr ES til Føroya, so leingi arbeiðsloysið í handverksvinnuni ikki er meira enn seks prosent tríggjar mánaðir á rað.

Tá eitt byggifelag hevur fingið undangóðkenning, kann tað seta fólk. Men bæði arbeiðstakari og arbeiðsgevari skulu boða Útlendingastýrinum frá, áðrenn arbeiðið byrjar.

Handverkarar úr ES, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu hava somu løn sum føroyskir handverkarar fáa sambært sáttmálunum hjá handverkarafeløgunum í Føroyum.

Ein onnur treyt er, at handverkararnir hava minst 30 tímar um vikuna.

Nakrir handverkarar úr ES eru komnir til Føroya at arbeiða í byggivinnuni.

Vildu havt onnur við

Sambært Vinnuhúsinum hevur einki fakfelag sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir. 

Vinnan er sum heild nøgd við nýggja møguleikan at útvega arbeiðsmegi. Men hon kundi hugsað sær, at lógarbroytingin eisini umfataði onnur enn byggifeløg og skipasmiðjur, eitt nú bilvekstøð og maskinverkstøð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392