Hummaramenn bóðu løgmann hjálpa sær móti alingini

Hummaramenn bóðu løgmann hjálpa sær móti alingini
Fiskimálaráðið mælir til at skipa so fyri, at alingin ikki er til ampa fyri hummaraveiðuna
Aliumsitingin viðger í løtuni umsókn um longt aliloyvi á Árnafirði. Men Árnafjørður er eisini gott hummaramið.
 
23.09.2014 - 07:31

Hummarafelagið vendi sær beinleiðis til løgmann, nú Aliumsitingin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni viðger umsóknina hjá Bakkafrosti um at leingja aliloyvið á Árnafirði. Loyvið er galdandi til nýggjárs. Men alt bendir á, at tað verður longt 12 ár.

Í áheitan síni á løgmann biður Hummarfelagið løgmann síggja til, at Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan halda galdandi lógir, tá aliøki skulu endurnýggjast.

Løgmansskrivstovan sendi sama dag, sum hon fekk hana, áheitanina hjá Hummarafelagnum víðari til Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið, sum varða av ávikavist Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Umhvørvisstovuni.

Heitt varð á tey bæði aðalráðini um at kanna og taka neyðugt stig í sambandi við áheitanina hjá Hummarafelagnum. 

Alingin ger fortreð

Trý hummaraloyvi eru á Árnafirði, og kvotan har er 4,5 tons um árið. 

Teir, sum royna eftir hummara á Árnafirði, siga, at alingin á fjørðinum beinir fyri teirra vinnu, tá aliøkið í fjør vár varð flutt longri út á fjørðin.  

Fiskimálaráðið hevur í hoyringarsvari sínum til Aliumsitingina viðmerkt, at tá avgerð verður tikin um at endurnýggja aliloyvið á Árnafirði, eiga atlit at verða tikin at hummaraveiðina, so alingin ikki er hummaraveiðini til ampa.

Kann dálka 

Umhvørvisstovan sigur, at tað er greitt, at undir aliringum kann vera illa dálkað, og dálkingin kann hava stóra ávirkan á botndjór. 

Hin vegin veit Umhvørvisstovan ikki, hvussu aling ávirkar hummara. 

Umhvørvisstovan sigur í sínum hoyringarskrivi til Aliumsitingina, at hon hevur ikki enn fingið úrslit frá botnkanningum á broytta og víðkaða aliøkinum á Árnafirði. 

Umhvørvisstovan heldur tað vera skilagott at flyta alingina longri út á fjørðin og strika aliøkið innari á fjørðinum. 

Orsøkin er, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. 

Tað er tí greitt, at undir aliringum kann vera illa dálkað, og dálkingin kann hava stóra ávirkan á botndjór. 

Hin vegin veit Umhvørvisstovan ikki, hvussu aling ávirkar hummara í einum firði. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357