Avgerð hjá kærunevnd kostar landskassanum nógv

Avgerð hjá kærunevnd kostar landskassanum nógv
Barsilsskipanin noyðist nú at eftirrokna hundraðtals mál. Landsstýrið biður um eykajáttan
Løgtingið fekk í gjár eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum. Millum annað verður biðið um nógvar milliónir til Barsilsskipanina.
 
25.09.2014 - 07:19

Ein avgerð hjá Kærunevndini hjá Barsilsskipanini kostar landskassanum góða hálvatriðju millión krónur í ár.

Barsilsskipanin noyðist at gera eina stóra og dýra útrokning, tí Kærunevndin hjá Barsilsskipanini í desember í fjør kolldømdi mannagongdina hjá Barsilsskipanini, tá hon roknaði út, hvussu nógvan pening fólk skuldu fáa, sum fóru í styttri barsilsfarloyvi enn ein heilan mánað.

Lógin er síðani broytt, so hon nú samsvarar við mannagongdina hjá Barsilsskipanini.   

Stór eftirrokning

Men Barsilsskipanin noyðist at eftirrokna øll farloyvini av tí slagnum, sum Kærunevndin tók avgerð um, og sum eru játtað frá 6.desember í fjør, tá Kærunevndin tók sína avgerð, til 24.mai í ár, tá mannagongdin hjá Barsilsskipanini varð legaliserað.

Talan er um hálvtannaðhundrað mál.   

Neyðugt verður tí at seta eitt fólk í starv hjá Barsilsskipanini í eitt ár at rokna út, hvussu nógv fólk skula hava afturat, sum fingu ov lítið, ikki bara frá 6.desember í fjør til 24.mai í ár, men eisini fimm ár aftur í tíðina.   

Í eykajáttanarlógini, sum kom í løgtingið í gjár, biður Vinnumálaráðið um góða hálva triðju millión krónur til Barsilsskipanina í ár, so hon fær gjørt soleiðis, sum Kærunevndin segði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585