- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inntøkumark hækkar
Inntøkumark hækkar
Bæði samgonga og andstøða í løgtinginum eru fyri at hækka inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðlinum

Lesandi sleppa skjótt at vinna 10.000 kr. meira um mánaðin, uttan at tað ávirkar lestrarstuðulin.
11.11.2026 - 06:54
Bæði samgonga og andstøða í løgtinginum eru fyri at hækka inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðlinum úr 20.000 kr. upp í 30.000 kr. um mánaðin.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, er komin í tingið við uppskotinum.
Øll í mentanarnevndini taka undir við tí.
Og øll, sum nevndin hoyrdi, tá hon viðgjørdi uppskotið, taka eisini undir við at hækka inntøkumarkið.
Verandi inntøkumark, 20.000 kr., hevur verið síðani 2012.
Tað fer at kosta landinum 700.000 kr. næsta ár at hækka inntøkumarkið.
Pengarnir eru í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























