- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturoyar røktar-og ellisheim skiftir eigara
Borgarstjórarnir í Eysturoy hava í dag undirskrivað avtalu um Eysturoyar røktar- og ellisheim.
Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur-, Fuglafjarðar-, Runavíkar-, Nes- , Sjóvar-, Eiðis- og Sunda kommunu komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar og ellisheim frá 01.01.15 verður partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum.
Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður tikin av 1. januar komandi, og at Eysturoyar røktar- og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum.
Økistænastan søkir leiðara
Kommunurnar kring Skálafjørðin, sum fyrr í ár gjørdu samstarvsavtalu um eldraøkið, søkja eftir leiðara til økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, - at byrja 1. desember.
Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og ellisheim.
Ábyrgdaøki
Leiðarin skal taka sær av dagliga leiðsluarbeiðnum, og hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum. Leiðarin skal eisini tryggja framhald í yvirtøkugongdini, og verður fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum.
Stýrið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni, og er mannað við umboðum úr bý-og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum.
Økistænastan verður staðsett í Runavíkar kommunu, við egnari fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum. 163 starvsfólk eru í Skálafjarðar-økistænastuni, og tey arbeiða í 23 bygdum við 5.933 fólkum.
Freistin at søkja starvið er 13. oktober.