Aleqa Hammond biður um farloyvi

Aleqa Hammond biður um farloyvi
Landsstýrisforkvinnan og landstingslimurin vil í farloyvi, meðan fíggjarviðurskifti hennara mótvegis landin verða kannað
 
30.09.2014 - 08:12

Málið kemur til viðgerðar í landstinginum, eftir at Aleqa hammond hevur hildið setanarrøðuna, nú landstingið kemur saman aftur, upplýsir landstingsformaðurin, Lars Emil Johansen, við blaðið Sermitsiaq.

Hann sigur seg rokna við, at umbønin frá Alequ Hammond verður gingin á møti.

Nýtti pening til privat endamál

Aleqa Hammond er komin í polittiskt ódnarveður, eftir at eitt skjal hjá landsgrannskoðanini vísti, at hon hevði nýtt góðar 106.000 kr. úr landskassanum til egnar útreiðslur. Tað var í apríl í fjør.

Og hóast hon fleiri ferðir er rykt eftir pengunum, rindaði hon teir ikki aftur fyrr enn 8. september í ár.

Inuit Ataqatigiit hevur boðað frá einum misálitisuppskoti á Alequ Hammond.

Nú er eisini komið undan kavi, at fyrrverandi landsstýrisformaðurin úrInuit Ataqatigiit, Kupiik Kleist, skyldar landskassanum 25.000 kr. Hann hevur í tí sambandi, skrivliga, sagt tingsessin fyri Inuit Ataqatigiit í landstinginum frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815