- Tíðindi, mentan og ítróttur
Puigdemont fer aftur til Spania

Fyrrverandi katalanski loysingarleiðarin, Carles Puigdemont, fer aftur til Spania 12. desember eftir næstan 10 ár í útlegd í Belgia.
Tað boðaði Puigdemont frá á einum tíðindafundi í Belgia í morgun, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tað var í 2017, at Carles Puigdemont flýddi úr Spania, eftir at hann hevði staðið á odda fyri eini fólkaatkvøðu um sjálvstýri í Katalonia, sum spanski dómstólurin lýsti at vera ólógliga.
- Eg vil aftur til mítt land, Katalonia, uttan at noyðast at biðja sponsku myndugleikarnar um loyvi ella fyrigeving og uttan at noyðast at lata nakað frá mær, segði Puigdemont.
Politisk kreppa
Fólkaatkvøðan í 2017 elvdi til eina av álvarsligastu politisku kreppunum í Spania í nýggjari tíð, og gørdi støðuna millum stjórnina í Madrid og økisstjórnina í Katalonia uppaftur spentari.
Katalonia liggur í útnyrðingspartinum av Spania, fevnir um býin Barcelona, og hevur sítt egna tungumál.
Eftir atkvøðugreiðsluna lýsti Puigdemont Katalonia óheft av Spania, og hetta staðfesti landspartatingið seinni.
Gongdin fekk sponsku stjórnina til at ógilda sjálvstýrið í Katalonia, senda landspartatingið til hús og útskriva val.
Ákærd fyri landasvik
Samstundis vórðu Puigdemont og hini í katalonsku stjórnini ákærd fyri landasvik, uppreistur og misbrúk av almennum peningi.
Tá Puigdemont fór úr Spania, vóru givin altjóða boð um at handtaka hann. Hóast hann gav seg upp til belgisku løgregluna, vildu belgisku myndugleikarnir ikki útflýggja Spania hann.
Í 2024 náðaði spanska tjóðartingið Puigdemont, sum liður í eini avtalu, ið varð gjørd millum Sosialistaflokkin hjá Pedro Sanchez, forsætisráðharra, og katalansk loysingarfólk, millum annað flokkin hjá Puigdemont, Junts.
Konservativa andstøðan í Spania royndi at forða fyri avtaluni bæði í tjóðartinginum og í rættinum. Men tað miseydnaðist.
Tjóðartingsval í Spania
Carles Puigdemont var leiðari fyri landspartastjórnini í Katalonia frá januar 2016 til oktober 2017.
Puigdemont, sum nú er 63 ára gamal, kemur aftur til Spania nakrar vikur eftir spanska tjóðartingsvalið. Valið verður sunnudagin.
Óvist er, um hann sjálvur verður virkin í politikki aftur, tá hann einaferð er komin aftur til heimlandið, skrivar BT.




























