Uppsjóvarfiskur:næstan 400.000 tons minni í 2015

Uppsjóvarfiskur:næstan 400.000 tons minni í 2015
ICES mælir til at fiska minni sild, makrel og svartkjaft næsta ár
Heildarkvotan av svartkjafti eigur at vera góð 100.000 tons minni næsta ár, sigur ICES.
 
01.10.2014 - 07:23

Allar heildarkvoturnar av uppsjóvarfiski eiga at vera minni næsta ár enn í ár, sigur ICES, næstan 400.000 tons minni enn í ár.

Altjóða havgranskingarráðið hevur kunngjørt tilmæli sítt fyri 2015 um uppsjóvarfisk.

Serliga er norðhavssildin illa fyri. ICES mælir til, at ikki verða fiskað meira enn 238.000 tons næsta ár. Tað eru 180.000 tons minni enn tilmælið var fyri 2014.

Ikki bara sildin

Tilmælið um makrel er 831.000 til 906.000 tons, sum eru okkurt um 100.000 tons minni enn í ár.

Um svartkjaftin sigur ICES 840.000 tons, 109.000 tons minni enn í ár.

Vanliga verður fiskað nakað væl meira enn fiskifrøðingarnir halda er ráðiligt, tí strandarlondini kunnu ikki semjast um, hvussu heildarkvoturnar skulu býtast.

Samráðingar um uppsjóvarfisk vera nú í oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392