Varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur

Varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri einum manni í Hvalba 9.august, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali
 
03.10.2014 - 09:58

Varðhaldsfongslingin verður longd fýra vikur, til 31.oktober, uttan rættarfund.

Í grundlógaravhoyring 10.august varð 23 ára gamli maðurin varðhaldsfongslaður til 5.september.

Varðhaldsfongslingin er nú longd tvær ferðir.

Ikki tikið støðu til skuldarspurning

Maðurin er skuldsettur fyri manndráp. Hann er skuldsettur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin.

Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verji hansara, Christian Andreassen. Skuldsetti maðurin hvørki játtar ella noktar seg sekan.

Kanningar ikki lidnar 

Jón Klein Olsen, kanningarleiðari, sigur, at teknisku kanningarnar í málinum eru ikki lidnar. Og kanska ganga seks til átta vikur, áðrenn politiið er liðugt við málið.  

Politiið hevur funnið knívin, sum tað heldur varð brúktur móti 36 ára gamla manninum, men Jón Klein Olsen vil ikki siga, hvar í Hvalba, knívurin varð funnin.

Føroya rættur avgjørdi í grundlógaravhoyringini, at skuldsetti maðurin skal mentalkannast. Mentalkanningin er ikki liðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025