Arnbjørn Hansen í HB

Arnbjørn Hansen í HB
Landsliðsáleyparin, Arnbjørn Hansen, skal í komandi tvey árini spæla fyri HB
Mynd: hb.fo  
 
06.10.2014 - 19:12

Heimasíðan hjá HB skrivar í kvøld, at felagið hevur skrivað sáttmála við EB/Streyms-leikaran, Arnbjørn Hansen.

Sáttmálin er galdandi frá komandi kappingarárið og tvey ár fram.

Arnbjørn Hansen hevur bara umboðað EB/Streym higartil í vaksnamannadeildini, har hann hevur spælt síðani 2003.

28 ára gamli framherjin er partur av landsliðshópinum, sum Lars Olsen hevur úttikið til dystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688