Her er stjórin í tunnilsfelagnum

Her er stjórin í tunnilsfelagnum
Hann skuldi setast í august, men er ikki settur fyrr enn nú. Nevndin í P/f Eystur- og Sandoyartunlar hevur nú avgjørt at seta stjóra í felagnum
Teitur Samuelsen, ið hevur verið fíggjarstjóri í Bakkafrosti, er settur stjóri í felagnum fyri Eystur- og Sandoyartunlar, boðar nevndin frá
 
06.10.2014 - 11:53

<p>Nevndin í p/f Eystur- og Sandoyartunlar hevur avgjørt at seta Teit Samuelsen sum stjóra í felagnum, boðaði felagið frá stutt fyri døgverða mánadagin.</p>

<p>Nýsetti stjórin í felagnum, Teitur Samuelsen, er útbúgvin Cand. Merc. Aud. Hann hevur seinastu fimm árini verið fíggjarstjóri hjá Bakkafrosti.</p>

<p>Tað hevur drigið út at seta stjóran í tunnilsfelagnum. Upprunaliga var ætlanin, at stjórin fyri Eystur- og Sandoyartunlar skuldi setast í august mánaði, segði nevndarformaðurin, Bergur Poulsen, tá við Kringvarpið.</p>

<p>Tá freistin at søkja starvið sum tunnilsstjóri var úti 11. august, høvdu 20 umsøkjarar søkt starvið - bæði føroyingar og útlendingar. Seks av teimum 20 umsøkjarunum vórðu bodnir til samrøðu.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558