- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verandi lóg um landbúnað er í lagi

Landbúnaðarpolitikkurin eigur at fáa frið.
Brúk er ikki fyri nýggjum landbúnaðarpolitikki nú.
Heldur eigur at vera hildið fast um verandi landbúnaðarpolitikk og endurskoða hann hóskandi millumbilum.
Tað sigur vinnunevndin um uppskotið til samtyktar hjá Sjálvstýri um at gera ítøkiligt lógaruppskot um at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu.
Sjálvstýri vil hava landsstýrið at koma við ítøkiligum og framtíðartryggum lógaruppskoti, sum kann skapa karmar fyri veruligari menning í føroyskum landbúnaði og økja eginframleiðsluna.
Vinnunevndin er samd við Sjálvstýri.
Men sigur nevndin so, júst tað, sum Sjálvstýri sigur, var endamálið við landbúnaðarpolitikkinum, sum kom í 2025.
Tí heldur nevndin ikki, at tørvur er á nýggjum landbúnaðarpolitikki nú.




























