Politikarar ræðast íslendingar og einskiljing

Politikarar ræðast íslendingar og einskiljing
Løgtingsfólk stúra fyri, at vinningurin av vinmyllunum í Húsahaga fer av landinum og, at SEV skal einskiljast í bitum
Myllurnar í Húsahaga eru nú vorðnar politiskar. Landsstýriskvinnan í kommunumálum fær fyrispurning um eigarar.
 
14.10.2014 - 07:54

Tað er ikki farið aftur við borðinum hjá teimum stóru andstøðuflokkunum í løgtinginum, at SEV og oljufelagið Magn saman skulu eiga vindmyllurnar í Húsahaga.

SEV ætlar nú at lata íslendskar íleggjarar keypa ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga.

Soleiðis ljóðar yvirskriftin, nú Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, boðar frá skrivligum fyrispurningi til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunumálum.

Aksel V. Johannesen spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at geva SEV og Magni loyvi til at eiga myllurnar í Húsahaga saman, og hvørjar fyrimunir kundarnir hjá SEV fáa, um partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraðir til ein útlendskan íleggjara. 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum stúrir fyri, at vinnulív og fólk í Føroyum fáa ikki fult gagn av íløguni í Húsahaga, men at vinningurin av rasjonaliseringini í staðin fyri endar í lummunum hjá íslendskum íleggjarum. 

Einskiljast í bitum 

Í Tjóðveldi ávarar Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, móti at býta SEV sundur í hálvprivat dótturfeløg. Hon spyr, um SEV skal einskiljast í bitum. 

SEV má og skal ongantíð gerast eitt felag, har inntøkur til privatar íleggjarar er nakað mál í sjálvum sær, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon leggur afturat, at SEV megnar ikki einsamalt at gera alla streymveitingina í Føroyum grøna. 

Er neyðugt at hava privatar íleggjarar og samstarvspartar við, tá varandi orkukeldurnar skulu útbyggjast, eigur minsta kravið at vera, at øll hava javnsettan møguleika at bjóða seg fram, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna.

Magn er við 

Jarðfeingi gav í januar í fjør einum felag, sum SEV og Magn skuldu stovna, loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi.

Nú myllurnar vórðu settar í gongd, spurdu fleiri, hvar Magn var hátíðardagin í síðstu viku.

Magn er við enn, men SEV hevur ikki fingið loyvi frá landsstýrinum at stovna dótturfelag saman við Magni.

Í fyrstu atløgu fer SEV at spyrja Kommunala eftirlitið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Fæst loyvið frá landsstýrinum skal aðalfundurin hjá SEV, sum kommunurnar eiga, taka avgerðina, um SEV sleppur at stovna dótturfelagið. Ætlanin er, at Magn skal eiga triðingin av felagnum.

Magn er ikki bara eitt oljufelag. Magn er eisini eitt orkufelag. Ætlanin um at vera við í vindmyllulundini í Húsahaga er bara byrjanin til eina nýggja leið við varandi orku, sigur stjórin í Magni, Hendrik Egholm.

 


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655