Besti triði fjórðingur nakrantíð hjá Bakkafrosti

Besti triði fjórðingur nakrantíð hjá Bakkafrosti
Góðar 200 milliónir krónur í vinningi. Næsta ár verður eftirspurningurin størri enn útboðið.
Bakkafrost hevur góð tíðindi at bera teimum, sum handla á børsinum í Oslo.
 
28.10.2014 - 07:46

Triði ársfjórðingur í ár er besti ársfjórðingur nakrantíð hjá Bakkafrosti.

Raksturin í juli, august og september gav 209 milliónir krónur í vinningi fyri skatt.

Bakkafrost seldi knappliga 11.000 tons av laksi í triðja ársfjórðingi, og øll virkisøkini hjá Bakkafrosti góvu vinning í triðja ársfjórðingi í ár.   

Fyrstu níggju 

Frá 1.januar til 1.oktober í ár hevði Bakkafrost 606 mió. kr. í vinningi. Tá skatturin er farin burtur av, eru 425 milliónir krónur eftir.

Í fjør var vinningurin 461 milliónir, og tá var skatturin bara tíggju milliónir krónur.

Størsta orsøkin til, at rakstrarútslitið er betri í ár, eru lidnar vørur til fastar sáttmálaprísir.

Øktir skattir draga hinvegin úrslitið eftir skatt niður, sigur Bakkafrost í fráboðan í morgun.

Størri eftirspurningur

Útboðið av laksi er átta prosent størri í ár enn í fjør. Men tað mesta er longu komið á marknaðin. Tí verður eftirspurningurin størri enn útboðið nú í fjórða ársfjórðingi, og tí hækkar laksaprísurin, væntar Bakkafrost.

Næsta ár verður útboðið trý prosent størri enn í ár, men eftirspurningurin verður sjey prosent størri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650