Lógir ikki almennar fyrr enn løgtingið fær tær

Lógir ikki almennar fyrr enn løgtingið fær tær
Aðalráðunum nýtist ikki at geva innlit í lógarsmíð, sum ikki er liðugt, heldur ikki í hoyringarskriv
Mentamálaráðið arbeiðir framvegis við lógunum um søvnini hjá landinum.
 
28.10.2014 - 08:05

Aðalráðini hjá landsstýrinum kunnu nokta øðrum at síggja lógarsmíð, sum ikki kemur í løgtingið.

Aðalráðini kunnu eisini leggja lok á alt tað, sum onnur halda um slíkt lógarsmíð.

Tað er í stuttum niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni. 

Innlit í hoyring

Løgtingsins umboðsmaður fekk kæru um, at Mentamálaráðið ikki vil geva innlit í hoyringarskriv til eitt lógaruppskot um Søvn Landsins og broytingar í lógum um ymisku søvnini. 

Lógin og lógarbroytingarnar komu ikki í løgtingið í farnu tingsetu, men vórðu útsettar til tingsetuna 2014. 

Lógin um innlit í almennu fyrisitingina sigur, at lógaruppskot, sum ikki eru komin í løgtingið, eru undantikin innliti fyri at tryggja fyrisitingini arbeiðsfrið.

Løgtingsins umboðsmaður sigur eisini, at sambært verandi rættarstøðu kann Mentamálaráðið tó umhugsa at geva meirinnlit í hoyringarskrivini, men hevur kortini ikki skyldu til tað. 
   

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290