Krabbamein og hjartasjúkur raka føroyingar

Krabbamein og hjartasjúkur raka føroyingar
Krabbamein og hjartasjúkur eru sjúkurnar, sum flestu føroyingar doyggja av, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum
 
02.11.2014 - 14:00

Nýggjastu tølini hjá landslæknanum eru frá 2012. Tað árið doyðu 55 menn og 40 kvinnur av krabbameini og 36 menn og 38 kvinnur av hjartasjúkum.

Sjálvmorðini eru sera fá í Føroyum sammett við hini Norðurlondini og Evropa, og talið er ikki vaksandi í Føroyum, heldur tvørturímóti.

Í fjør beindu trý fólk fyri sær, og í ár er skrásett eitt sjálvmorð í Føroyum. Síðani 1981 hava verið 108 sjálvmorð í Føroyum.

Níggju fólk doyðu av vanlukku í Føroyum í fjør, seks teirra í ferðsluvanlukkum.

Fýra tilburðir av tuberklum vóru fráboðaðir landslæknanum í fjør. Higartil í ár er eingin tuberklatilburður fráboðaður í Føroyum. 
Fýra tilburðir eru størsta talið síðani 2000, tá seks tilburðir vóru. Í 2012 vóru tveir tilburðir og tað sama í 2011 og 2010, í 2009 var eingin.
Síðani 1998 eru komnar 26 fráboðanir um fólk, sum høvdu tuberklar. 
Eingin er deyður av tuberklum í Føroyum síðani 1992, tá eitt fólk doyði sambært Heilsulýsing landslæknans.  
Eingin fráboðan kom um HIV í fjør og heldur ikki um eyðkvæmi.
Síðani 2005 er bara ein fráboðan komin um HIV-smittað fólk í Føroyum, tað var ein kvinna í 2011. 
Fyrsti HIV-tilburðurin í Føroyum varð funnin í 1986, og fyrsti tilburður av eyðkvæmi varð fráboðaður í 1989. 
15 menn og seks kvinnur hava fingið HIV smittuna í Føroyum, sjey menn og tríggjar kvinnur hava fingið eyðkvæmi, fimm menn og allar kvinnurnar eru deyð av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493