Gjørt nýggjar avtalur fyri Sjóborg og Eldborg
Gjørt nýggjar avtalur fyri Sjóborg og Eldborg
Skansi Offshore hevur gjørt nýggjar avtalur fyri skipini Sjóborg og Eldborg. Bæði skipini verða útleigað til Noregs
Felagið Skansi Offshore hevur gjørt avtalur í Noregi fyri skipini Sjóborg (myndin) og Eldborg
04.11.2014 - 12:10
Det Norske Oljeselskap hevur gjørt sáttmála við felagið um Sjóborg. Sáttmálin tekur við í desember og er fyribils galdandi í eitt ár. Møguleiki er at leingja sáttmálan við trimum og einum hálvum ári.
Sjóborg arbeiðir í løtuni fyri ExxonMobile, men hevur fyri tað mesta arbeitt fyri Statoil, síðani skipið varð yvirtikið í 2012. Samstundis hevur Skansi Offshore gjørt sáttmála við Shell í Noreg fyri Eldborg.
SÍ EISINI Fingu ikki sáttmálan longdan
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558