LegoHolics vunnu First LEGO leauge í ár

LegoHolics vunnu First LEGO leauge í ár
Liðið endaði eisini millum seks tey bestu liðini í øllum Norðurlondum
 
09.11.2014 - 10:53

LegoHolics vunnu First LEGO League Føroyar kappingina í ár, tá fimm lið av børnum og ungum kappaðust í føroyska partinum av kappingini í gjár. 

Legoholics, sum eru næmingar úr skúlanum á Argjahamri, eru royndir í First Lego League finaluni, tí teir vunnu eisini føroysku finaluna á fjør, fóru víðari í kappingini og endaðu við at gerast Evropameistarar í robott-tøkni. 

Kappingar vóru eisini í hinum norðurlondunum, og ein samanbering av úrslitunum vísir, at LegoHolics endaðu millum seks tey bestu liðini í øllum Norðurlondum.

Umframt LegoHolics vóru eisini lið úr Sands skúla, úr skúlanum við Løkin og úr Venjingarskúlanum við í kappingini í gjár.  

Evnið í ár var læring, og liðini kappaðust innan fýra øki: Legorobottar, ástøði, framferð og samstarv. LegoHolics fingu steyp fyri framferð og skaraðu framúr við robottkoyringini. Gold to Glory frá venjingarskúlanum fingu annað steypið fyri robottkoyringina.

Legobuilders úr Sands skúla vunnu steyp fyri bæði ástøði og tøkni, og Lego Mechanics frá skúlanum við Løkin fingu steyp fyri gott samstarv. 

Skandinaviska finalan verður í Keypmannahavn tann 30. november. Tá fer LegoHolics at dystast móti 45 liðum úr Noregi, Danmark og Svøríki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069