Juncker komin í politiskt ódnarveður

Juncker komin í politiskt ódnarveður
Tað var í hansara stjórnartíð, at Luxemburg gjørdi avtalur við fleiri hundrað stór felag, sum slupp undan milliardum í skatti
 
13.11.2014 - 15:25

Bara hálva aðru viku eftir, at Jean-Claude Juncker,tók við sum formaður í ES-nevndini, er hann komin í satt politiskt ódnarveður.

Hann var forsætisráðharri í Luxemburg í næstan 19 ár, til hann legði frá sær í desember í fjør.

Í farnu viku kom fram, at tað var í hansara stjórnartíð, at Luxemburg gjørdi avtalur við fleiri hundrað stór feløg, sum hava virksemi um allan heimin.

Avtalurnar hava gjørt, at stóru feløgini sluppu undan at rinda milliardir kr. í skatti, og Juncker skal hava hjálpt feløgunum við avtalunum.

Pepsi og Ikea

Nøvn sum Pepsi, IKEA og Deutche Bank eru millum feløgini, sum skulu hava fingið avtalu um skattalætta, kom fram í 28.000 skjølum, sum vórðu latin amerikanskum tíðindafólkum.

Seinastu fýra árini, sum Jean-Claude Juncker var forsætisráðharri í Luxemburg, var hann eisini fíggjarmálaráðharri, og tí eru atfinningarnar ímóti honum sera hvassar.

Í dag kom Juncker sjálvur á tíðindafund ,sum ES-nevndin javnan heldur, og har tók hann ábyrgdina av tí ,sum hendi í sínari tíð sum forsætis- og fíggjarmálaráðharri.

Hann segði bart út, at hóast skattaavtalurnar ikki vóru í stríð við lógirnar í Luxemburg og í ES, so var talan um óetiskar lógir.

Juncker varð m.a. spurdur, um hann sjálvur kundi standa á odda fyri eini kanningarnevnd, sum skal kanna skattaviðurskiftini, tá hann sjálvur hevði ábyrgdina av tí sum fór fram. Tí spurninginum svaraði hann ikki.

Næstformaðurin í ES-nevndini, Frans Timmermans, segði á fundinum, at øll ES-nevndin stuðlar Jean-Claude Juncker.

Støðan hjá nýggja ES-nevndarformanninum verður ikki betri av, at myndugleikarnir í Luxemburg vísa aftur, at nakað ólógligt er farið fram.

Og fíggjarmálaráðharrin í landinum, Pierre Gramegna sigur bart út, at mannagongdin við skattaavtalunum verður ikki broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290