Nýggjur forseti í Rumenia

Nýggjur forseti í Rumenia
Klaus Iohannis verður nýggjur forseti. Hann vann seinna valumfar
 
17.11.2014 - 09:01

Rumenia hevur fingið nýggjan forseta. Talan er um Klaus Iohannis, sum er formaður í konservativa flokkinum í landinum og borgarstjóri í Sibiu. Hann er umboð fyri týskmælta minnilutan í landinum.

Forsætisráðharrin, Victor Ponta, viðgekk í gjárkvøldið, at hann hevði tapt valið í seinna umfarinum.

Ponta vann annars fyrra umfarið, men fekk ikki nóg mikið av atkvøðum fyri at verða valdur.

Victor Ponta hevur ligið á odda í meiningakanningunum upp undir valið í gjár, men munurin hevur verið lítil.

Leggur ikki frá sær

Victor Ponta boðar í morgun frá, at hann fer ikki at leggja frá sær sum forsætisráðharri, hóast hann tapti forsetavalið.

55 ára gamli Klaus Iohannis hevur í valstríðnum lagt dent á, at hann fer at stríðast ímóti korrupsjónini í landinum, og at seta búskaparligar nýskipanir í verk.

Rumenia er limur í ES, men landið er fátækt - bara Bulgaria er fátækari.

ES fylgir væl við gongdini í Rumenia, tí nógv svik er í landinum, og mett verður ikki, at landið er nóg búgvið at vera við í Schengen-samstarvinum.

Forsetin í Rumenia stendur á odda fyri uttanríkispolitikkinum, verjupolitikkinum og rættarskipanini í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065