Obama koyrt verjumálaráðharran frá

Obama koyrt verjumálaráðharran frá
Chuck Hagel var einasti republikanari í amerikansku stjórnini
 
24.11.2014 - 14:57

Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur biðið Chuck Hagel, verjumálaráðharra, leggja frá sær.

Tað skrivar The New York Times.

Hagel var einasti republikanarin í amerikansku stjórnini, og blaðið skrivar, at forsetin hevur koyrt hann frá, tí stríðið móti IS í Miðeystri krevur aðrar eginleikar enn teir, sum Chuick Hagel hevur at bjóða.

Tá Hagel tók við, var tað hann, sum skuldi fáa enda á hernaðarliga virkseminum hjá USA í Afghanistan og at minka fíggjarætlanina fyri verjuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860