Færri ung send av landinum

Færri ung send av landinum
Útreiðslurnar hjá Barnaverndartænastuni hækkaðu við 18,8 prosentum í fjørð. Hetta er millum annað útreiðlsur til bú- og viðgerðartilboð í Føroyum
Føroysk børn og ung verða í minni mun send av landinum til bú- og viðgerðarstovnar
Mynd: Savnsmynd  
 
30.11.2014 - 11:22

Barnaverndartænastan hevði nógv hægri útreiðslur í fjørð enn árið frammanundan. Útreiðslurnar vuksu úr 46,7 milliónum upp í 55,5 milliónir. Tað er ein hækking uppá 18,8 prosent, og hetta er hóast at færri nýggj mál vórðu skrásett í 2013 enn í 2012. 

Ein orsøk til, at útreiðslurnar hava gjørt eitt lop uppeftir er, at brúkaragjaldið fyri bú- og viðgerðarstovnar, sum Barnaverndartænastan letur til Almannastovuna, er hækkað munandi fra 1. januar 2013.

Sostatt eru útreiðslurnar tvífaldaðar til bú- og viðgerðarstovnar í Føroyum og lógu á 6 milliónum og 160 túsund krónum í 2013. Hinevegin verður minni brúkt til eftirskúlar uttanlands.

Gongdin í tíðarskeiðinum 2011-2013 tykist vera, at alsamt fleiri børn og ung koma á stovn ella í skúla í Føroyum heldur enn uttanlands. 

Meðan nærum helmingurin av stovnsútreiðslunum í 2011 fór til stovnar og skúlar uttanlands, er hesin partur minkaður til minni enn ein tíggjundapart í 2013.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV