Samgongan missir - Javnaðarflokkurin størstur

05.12.2014 - 08:01
AktueltPolitikkur
Samgongan missir - Javnaðarflokkurin størstur
Nýggj veljarakanning, sum Dimmalætting hevur latið gera, vísir, at samgonguflokkarnir missa fimm tingsessir. Javnaðarflokkurin fær níggju sessir
 

Samgongan hevði verið fyri stórum skrædli, hevði mist meirilutan, og Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur á tingi, um val var nú. 

Tað vísir úrslitið av nýggjari veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. 

Samgonguflokkarnir høvdu fingið 41,8 prosent av atkvøðunum og 14 tingsesssir.  Afturgongdin er 16 prosentstig samanborið við valúrslitið 29. oktober í 2011. Samgongan hevði mist fimm tingsessir. 

Stór afturgongd

Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin 17,4 prosent av atkvøðunum og seks tingsessir. Hann missir tveir.  Tað er ein stór afturgongd samanborið við valúrslitið í 2011, tá Sambandsflokkurin fekk 24,7 prosent av atkvøðunum. 

Fólkaflokkurin fær í nýggjastu kanningini 18,9 prosent av atkvøðunum og seks tinglimir. Eisini hann missir tveir tingsessir.

Miðflokkurin hevði varðveitt báðar sínar tingsessir, og hevði fingið 5,5 prosent av atkvøðunum. 

Javnaðarflokkurin vinnur

Stóri vinnarin í nýggjastu kanningini er Javnaðarflokkurin, sum hevði verið størsti flokkur, um val var nú.  Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini 28,3 prosent av atkvøðunum og níggju tingsessir. 

Framgongdin er 10,5 prosentstig samanborið við seinasta val. 

Tjóðveldi fær 21,3 prosent av atkvøðunum. Hann fær ein tingsess aftrat, og kemur upp á sjey. 

Framsókn stendur í nýggjastu kanningini til at fáa 5,4 prosent av atkvøðunum og varðveitir báðar sínar tingsessir.

Og Sjálvstýrisflokkurin, sum fór burtur úr samgonguni í andstøðu og hevur verið í tungum sjógvi, vinnur seg í kanningini upp um tinggáttina og fær umboðan á tingi. 

Sjálvstýrisflokkurin varðvetir sín tingsess og fær 3,2 prosent av atvkøðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636
Mikudag 22. mars
Úr savninum: Flúgviplássið
154470