Sjey milliónir afturat til Landssjúkrahúsið

Sjey milliónir afturat til Landssjúkrahúsið
Fíggjarnevndin mælir eisini til, at Heilbrigdið og Blákrossheimið fáa meiri til raksturin
 
10.12.2014 - 08:40

Landssjúkrahúsið fær nakrar milliónir afturat til raksturin næsta ár. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til at játta sjey milliónir krónur meira enn landsstýrið mælir til.

Minnilutin í nevndini heldur, at skal Landssjúkrahúsið, eisini Psykiatriski depilin, kunna halda fram við verandi virksemi, er neyðugt at hækka játtanina níggju milliónir krónur.

Øll í Fíggjarnevndini eru eisini samd um at geva Heilbrigdi og Blákrossheiminum fleiri pengar næsta ár. 

Og her er eisini semja um talið, 150.000 kr. til hvønn viðgerðarstovnin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581