- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væl meira inn í skatti enn mett
<p>Í fíggjarætlanini fyri árið 2014 varð mett, at skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2014 fóru at verða 35,590 mió. kr. Nú endaliga skattauppgerðin fyri 2014 er tøk, er greitt, at árið 2014 hilnaðist væl betur enn mett, <a href="http://vagur.fo/?p=3745" target="_blank">skrivar Vágs kommuna</a>.</p>
<p>Í 2014 fekk Vágs kommuna tilsamans 37,589 mió. kr. í persónsskatta-inntøkum, ella 2 mió. kr. meiri enn mett varð í fíggjarætlanini fyri árið. Vágs kommuna hevur sostatt fingið góð 5,6% meiri inn í persónsskatti í 2014, enn mett varð í fíggjarætlanini.</p>
<p>Allar mánaðir í 2014, uttan í apríl og í september, vóru inntøkurnar av skatti í 2014 betri enn í 2013. Besti mánaði var desember 2014, tá Vágs kommuna fekk 3,677 mió. kr. í persónsskatti, hetta var 14,2% hægri enn í desember 2013.</p>