Norðurlond fingu fult í Qatar

Norðurlond fingu fult í Qatar
Danmark, Ísland og Svøríki, sum eru við til HM endaspælið í Qatar í hondbólti, vunnu greitt í kvøld
 
18.01.2015 - 19:28

Tey vunnu øll stórt og skoraðu øll omanfyri 30 mál.

 Danmark fekk eina vánaliga byrjan fríggjakvøldið, tá teir spældu javnt móti Argentina. Men í kvøld vann Danmark heili 38-18 á Saudi Arabia, hálvleiksstøðan var 20-6. 
 

Ísland, sum tapti fyri Svøríki fríggjakvøldið svaraði aftur í kvøld við einum 32-24 sigri á Algeria. Frá byrjan sá tað ikki út sum, at Ísland fór gera seg galdandi. Tí íslendingar vóru aftanfyri 6-0, men komu so aftur í dystinum. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Algeria.


Svørríki er einasta av teimum norðurlendsku londunum, sum hingartil hevur fingið fult stigatal. Svøríki vann 35-21 á Kekkia í kvøld. Sigurin í kvøld og sigurin á Íslandi fríggjakvøldið ger at Svøríki hevur fýra stig. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532