- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reistu seg eftir marruhálvleik

Føroysku kvinnurnar høvdu ongantíð roynt seg ímóti Norra, og spurningurin er, um tær hava hug at spæla ímóti teimum aftur.
Vertirnir í Tróndheimi vístu nevniliga onga náði í EM-upphitingardystinum í dag, sum endaði 41-23 til EM, HM og OL-gullvinnararnar.
Serliga fyri steðgin sá einki serligt út. Maria Pálsdóttir Nólsoy var ikki við av persónligum ávum, og føroyingarnir høvdu meir enn ilt við at skjóta mál ímóti góðu norsku verjuni, gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur og eitt skifti var støðan 14-3.
Hálvleiksstøðan var 24-10, men eftir steðgin batnaði nógv. Jana Mittún mátti taka stóra ábyrgd, og bakkurin, sum var kosin besti føroyski spælarin eftir dystin, fekk betur glið á so líðandi.
Allir teir føroysku spælararnir komu á vøllin, og leygardagin halda EM-fyrireikingarnar fram við ríkisdysti ímóti Danmark.
Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 5(2), Jana Mittún 5, Rannvá Olsen 4, Fríða Nolsøe Olsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Marita Mortensen 2, Christina Turiðardóttir Arge 2




























