Tormóður tók av og tekur seks ár afturat

Tormóður tók av og tekur seks ár afturat
Landssjúkrahúsið kunngjørdi í gjár, at Tormóður Stórá heldur fram sum leiðari í Psykiatriska deplinum
Tormóður Stórá hevur nú tikið av starvinum, honum hevur staðið í boði eina tíð.
 
20.01.2015 - 08:09

Tormóður Stórá heldur fram sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Tað kunngjørdi sjúkrahúsið í gjár. 

Tormóður Stórá var einasti umsøkjari til starvið, sum honum hevur staðið í boði í eina tíð. Men hann hevur ivast í at taka av, tí fíggjarligu viðurskiftini i deplinum vóru ógreið.

Men í gjár varð hann settur í starvið fyri seks ár, kunnger Landssjúkrahúsið.

Tormóður Stórá, sum er 51 ár, er útbúgvin serlækni í psykiatri í 2006. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666