Føroysk lóg kann ikki stýra fíggjarstovnunum

Føroysk lóg kann ikki stýra fíggjarstovnunum
Føroysk lóggáva kann ikki forða fyri, at virksemið hjá føroyskum peningastovnum í Føroyum og uttanlands er samantvinnað, sigur samgongan.
BankNordik hevur virksemi í øðrum londum, eitt nú í Danmark.
 
22.01.2015 - 13:47

Tjóðveldi vil hava løgtingið at forða fyri, at virksemið hjá eitt nú bankunum í øðrum londum kemur øllum føroyska samfelagnum í váða.

Men meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, samgongan, mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi.

Meirilutin heldur ikki, at Føroyar við lóggávu kunnu stýra hesum viðurskiftum nóg væl. 

Samfelagið í vanda

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, vil hava landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum avmarkar váðan, sum útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum kemur samfelagnum í. 

Flokkarnir báðir vísa á, at í fjør var føroyska framleiðslan, bruttotjóðarúrtøkan, 15 mia. kr. Men javnin hjá størsta bankanum var 17 milliardir.

Virksemið hjá fíggjarfyritøkum uttanlands kann skjótt gerast stórur fíggjarligur váði fyri samfelagið. 

Møguleiki at avmarka hendan váðan er at krevja, at virksemi er í sjálvstøðugum partafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650