Lønirnar lækka í norsku oljuvinnuni

Lønirnar lækka í norsku oljuvinnuni
Útlit eru fyri, at lønirnar í norsku oljuvinnuni nú fara at lækka av álvara, sigur leiðandi búskaparfrøðingur í norskari greiningarfyritøku
Lønirnar í norsku oljuvinnuni fara nú at lækka, er metingin hjá leiðandi búskaparfrøðingi í norskar i greiningarfyritøku
 
27.01.2015 - 09:08

- Tað er uppá tíðina at lønirnar lækka, sigur Terje Strøm, leiðandi búskaparfrøðingur í NyAnalyse, við Aftenbladet Tí tað er eingin meining í, at lønirnar í oljuvinnuni eru hækkaðar millum 5 og 8 prosentstig um árið, samstundis sum aðrar vinnur geva eina lønarhækking, sum er helvtina av tí.

Terje Strøm heldur tað vera torført at lækka lønirnar munandi, tí inflasjónin er millum 2 og 2,5 prosentstig, og tí kunnu lønirnar ikki lækka alt ov nógv. Hann vísir á, at tað er ikki fyrr enn ein kreppa hóttir, at arbeiðsgevarar og fólk av álvara fara at tosa um støðuna.

Lønarlækking kann forða fyri uppsagnum

Búskaparfrøðingurin heldur, ein loysn hevði verið, at lønin í oljuvinnuni lækkaði 10 prosent, tað hevði steðgað fyri nógvum uppsagnum. Tað loysnina valdi norska deildin hjá kinesiska oljufelagnum, Cosl, stutt fyri jól. Har fóru 750 fólk 10 prosent niður í løn.

Tað hevði við sær, at 100 starvsfelagar ikki vórðu sagdir úr starvi, og 35 lærlingar sluppu at halda fram í felagnum. Stjórin í Cosl, Jørgen Arnesen, sigur við blaðið, at fleiri fyritøkur hava spurt seg fyri hjá felagnum, hvussu farið varð fram.

Fyritøkurnar, ið hava spurt seg fyri hjá Cosl, hava í umbúna at gera tað sama, fyri at sleppa undan at siga fólki úr starvi. Stjórin í Cosl sigur seg rokna við, at eingin lønarhækking verður, tá lønarsamráðingar vera í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028