Virðismiklar upplýsingar goymast í Føroyum

Virðismiklar upplýsingar goymast í Føroyum
Estland er fyrimyndin, nú Fíggjarmálaráðið saman við Vinnumálaráðnum er farið í holt við at talgilda almennu Føroyar
Virðismiklar upplýsingar goymast í Føroyum
Mynd: www.united4all.nl  
 
09.02.2015 - 08:05

Framsókn hevur uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina, so hon eisini umfatar tilbúgving móti skipaðum brotsverkum, yvirgangi og kríggi fyri at verja talgildar upplýsingar í Føroyum, so sum P-talið, móti avleiðingum av til dømis yvirgangi.

Og Framsókn vil hava í lógina, at upplýsingar, sum hava týdning fyri samfelagið, skulu goymast og viðgerast í Føroyum.

Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin vísir á, at Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið eru farin í holt við at talgilda almenna geiran.

Estland er fyrimynd í hesum arbeiði. Talgildu upplýsningarnar verða goymdar í Føroyum við trygdarskipanum, back-up skipanum, í øðrum londum.

Vinnunevndin fekk at vita frá peningastovnunum, at tað fer at kosta nógv at flyta tænasturnar, sum peningastovnarnir hava uttanlands, aftur til Føroya.

Raksturin hjá hesum tænastum kostar 70 mió. kr. um árið. 

At flyta tænasturnar aftur til Føroya er umfatandi, hóast tað væl ber til.

Vinnunevndin fekk eisini at vita, at tænastukostnaðurin er nógv minni í Føroyum enn uttanlands. 

Vinnunevndin hevur ikki fingið eftirkannað hesar upplýsingar, stendur í álitinum hjá nevndini.

Felagið Peningastovnar mælir staðiliga frá at flyta tænasturnar aftur til Føroya. Hvørki fíggjarligur ella kt-førleiki eru í Føroyum at menna tær skipanir, sum peningastovnarnir hava brúk fyri.

Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688