Ábyrgdartrygging til skipsvrak

Ábyrgdartrygging til skipsvrak
Millumtjóðasáttmálin um skipsvrak, sum krevur, at skip eru tryggja í sambandi við, at skipið gerst vrak, kemur í gildi hálvan apríl
Ábyrgdartrygging til skipsvrak
Mynd: oschlag.dk  
 
10.02.2015 - 11:24

Sambært sáttmálanum, skulu øll donsk skip, 20 bruttotons ella omanfyri, hava eina trygging ella eina váttan, sum dekka fyri ábyrgdina hjá tí, sum eigur skipsvraki og sum skal taka sær av skipsvrakinum. Hava skip ikki tað, sleppa skipini rætt og slætt ikki at lysa. Reglurnar eru fyri øll sløg av skipum, - ikki bara handilsskip, men eisini fiskiskip, ferðafólkaskip og frítíðarskip.

Skip, sum eru 300 bruttotons ella omanfyri, skulu harumframt hava eina váttan umborð, sum vísur, at tað hevur kravdu tryggingina. 
Uttan hesa váttan umborð, sleppur skipið ikki í sigling og kann verða hildið aftur, - bæði í Danmark, Bulgaria, Congo, Cook Islands, India, Maleisia, Marshall oyggjarnar, Marokko, Nigeria. Palau, Bretlandi og í Týsklandi.

Kravið er eisini galdandi fyri útlendsk skip í somu stødd, sum koma í danska havn ella til frálandavinnu í donskum øki.

Danska sjóferðslustýrið heitir á allar danskar skipaeigarar innan hálvan apríl at tryggja sær, at skipið er fevnt av galdandi trygging, sum tekur við ábyrgdini at taka burtur skipsvrak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV