- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin

- Komið øll og boykottið Kervi+
- Tað er so langt úti, at foreldur skulu logga inn á fleiri ymiskar kontur fyri at finna útav, hvørji skúlating børnini hava
- Gerandisdagurin er blivin ein pestilensur
- Tað er øgiliga roksut, nógv nemmari við lektiubók
- Tá Kervi+ kemur í okkara skúla, fari eg at mótmæla og boykotta
- Eg hati, at alt skal gerast um til tøkni
Hetta eru nakrar av viðmerkingunum, sum fólk leggja út á Facebook, nú Kervi+ so spakuliga verður tikið í nýtslu í skúlunum.
Men hvat er Kervi+, hví vilja summi ikki hava skipanina? Hvørjir eru fyrimunirnir við henni, og hvørjir eru vansarnir?
Tað spyrja vit í sendingini í dag.
Vit tosa við næmingar, foreldur, lærarar, skúlastjórar og Undirvísingarstýrið.
Breddin klokkan 10.



























