Tollmálið í rættin

Tollmálið í rættin
Tollmálið verður nú viðgjørt í rættinum. Tríggir dagar eru settir av til sakarmálið, ið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur reist um ærumeiðing
Mánamorgunin byrjar viðgerðin í sonevnda tollmálinum, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur stevnt Kringvarpinum og Portalinum fyri ærumeiðing
 
15.02.2015 - 14:15

Føroya rættur fer nú at viðgera sakarmálið, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur reist móti Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, leiðara á Aktuelt-deildini í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, blaðstjóra á Dimmalætting, í tollmálinum.

Sveinur Tróndarson var redaksjónsleiðari á Portalinum, tá skrivað varð um tollmálið. Tey eru øll ákærd fyri ærumeiðing eftir grein 267 í revsilógini í sambandi við sjónvarpssendingar og innsløg í Degi og Viku í sjónvarpinum og greinar á Portalinum um tollmálið.

SÍ EISINI Tollmálið: Nú stevnir Jørgen fyri ærumeiðing

Christian Andreasen, advokatur, er sakførari hjá Jørgeni Niclasen. Hann krevur eisini, at tey saksøktu verða dømd at rinda saksøkjaranum 50.000 kr. at kunngera dómin, umframt sakarmálskostnaðin.

Brandur Ellingsgaard, advokatur, er sakførari hjá kringvarpsfólkunum, og Bjørn á Heygum er sakførari hjá Sveini Tróndarsyni. Teir krevja báðir frídøming. Fyrsti rættarfundurin verður í morgin, og tríggir dagar eru settir av til viðgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522