Fara at bjóða studentsútbúgving á enskum

Fara at bjóða studentsútbúgving á enskum
Næsta skúlaár fer Handilsskúlin á Kambsdali at stovna ein flokk á Búskaparbreytini, so til ber at taka studentsútbúgving á enskum
Nú fer at bera til at taka studentsútbúgving á enskum í Føroyum. Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar næsta skúlaár studentum at taka útbúgvingina á enskum á Búskaparbreytini
 
16.02.2015 - 11:25

Nú fer at bera til at taka studentsútbúgving á enskum í Føroyum. Næsta skúlaár fer Handilsskúlin á Kambsdali at stovna ein flokk á Búskaparbreytini, har meginparturin av undirvísingini verður á enskum.

Nýggi flokkurin verður róptur International Business Studies, IBS. At undirvísingin verður á enskum, merkir ikki, at móðurmálið ikki sleppur upp í part, tí næmingarnir fara framvegis at hava føroyskt á tímatalvuni.

Næmingarnir verða býttir í tríggjar bólkar - føroyingar, sum vilja hava eina øðrvísi avbjóðing, útlendingar, sum ikki hava kunnleika til føroyskt og danskt, og føroyingar, sum hava enskt sum heimamál.

Natúrligt stig at bjóða útbúgvingina á enskum

Handilsskúlin á Kambsdali sigur, at Føroyar eru vorðin virkin partur av altjóðagerðini, ungir føroyingar gerast alsamt stinnari í enskum, og alt fleiri fara út um norðurlond at nema sær víðari útbúgving.

Tøl frá Manntali vísa, at í 2011 búðu meiri enn 1600 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri kongaríkið. Fleiri av hesum nýføroyingum koma til landið við tannáringabørnum sínum, sum ikki hava kunnleika til danskt mál, men hinvegin eru stinn í enskum.

At veita hesum eina miðnámsútbúgving ger trivnaðin betri hjá tilfluttum familjum og er ein íløga í føroyska vitanarsamfelagið sigur Handilsskúlin á Kambsdali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154