Víðkaða heimild til tannrøktarar

Víðkaða heimild til tannrøktarar
Tannrøktarar skulu nú eisini hava heimild at útskriva reseptheilivág ætlar Landsstýrismaðurin, ið kundi hugsað sær skipanina broytta
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág
 
16.02.2015 - 10:12

Sum er hava tannrøktarar í Føroyum ikki heimild at útskriva reseptheilivág, men noyðast at biðja ein tannlækna at útskriva heilivágin fyri seg.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur biðið løgtingið um heimild til í kunngerð at loyva tannrøktarum at útskriva reseptheilivág.

Tannrøktarar hava útbúgving og góðkenning at kanna tenninar á fólki og at gera smærri viðgerðir. Tannrøktarar kunnu starvast á tannlæknastovu, men vanligt er eisini, at teir arbeiða sjálvstøðugt.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tannrøktarum í Føroyum at fáa sama rætt at útflýggja reseptheilivág sum starvsfelagarnir í Danmark, og tá Heilsuskipanin var til hoyringar gav landsstýrismaðurin lyfti um, at hann fór at arbeiða fyri at broyta lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815